Sandoyartunnilin

Sandoyartunnilin knýtir Sandoynna at meginpartinum av føroyska vegakervinum.

Sandoyartunnilin verður 10,8 km. langur og verður harvið longsti tunnil í Føroyum. Lægsta punkt er 155 metrar undir havbotninum og eins og í Eysturoyartunlinum verður mesta hallið 5 prosent.

Sandoyartunnilin kemur upp í Traðardali millum Skopun og Sand, og streymoyarmegin kemur hann upp á Gomlurætt. Ferðingin millum Streymoynna og Sandoynna verður munandi stytt, men størsti fyrimunurin er, at fólk kunnu koma til og frá nær tað skal vera alt samdøgrið.

Arbeiðið í Traðardali og á Gomlurætt
Í Traðardali á Sandoynni varð byrja at spreingja á sumri 2018. Nú er inntakið liðugt sprongt og borað, eins og brúgv er gjørd um ánna í Traðardali. Aðrar fyrireikingar halda áfram ímóti sumri, tá ið Eysturoyartunlinum væntandi er liðugt boraður, og útgerðin verður flutt til Sandoyartunnilin.

Arbeiðið við at spreingja og bora Eysturoyartunnilin gongur væl, og hósdagin 20. desember 2018 varð fyrsta skotið í samband við Sandoyartunnilin latið av á Gomlurætt. Fyrireikingarnar á Gomlurætt byrjaðu í summar, tá ið nýtt parkeringsøki bleiv gjørt vestan fyri ferjuleguna. Síðani er økið, har ið tunnilin skal byrja, ruddað og byggiplássið er hegnað inni. Á Gomlurætt skal borast og spreingjast í trimum umførum fram til summar. Virksemið á ferjuleguni fer at verða ávirkað nakað av hesum, men góð kunning verður, ið tekur atlit at hesum.

Ætlandi verður koyrandi ígjøgnum tunnilin í desember 2023. Mett verður, at 300-400 bilar fara at koyra ígjøgnum tunnilin um samdøgrið.


Meira kunning

Les eisini um gongdina við arbeiðinum á okkara  vanga um Sandoyartunnilin her. 

 

Fakta
SANDOYARTUNNILIN
Arbeiðið byrjar: 2018
Byggitíð: 5 ár
Tunnilin liðugur: 2023
Breidd: 9,5 metrar
Longd á høvuðstunli: 10,8 kilometrar
Mett ferðsla pr. samdøgur: 300-400 bilar
Mesta hall: 5%
Lægsta punkt frá havbotni: - 147 metrar
Fígging: Tunnilsgjald