Verkætlanin

Í 2014 avgjørdi eitt samt løgting at fara undir at gera undirsjóvartunlar millum Streymoynna og Eysturoynna og millum Streymoynna og Sandoynna.

Talan er um Føroya størstu samferðsluútbygging nakrantíð. Eitt alment partafelag stendur fyri verkætlanini, hvørs endamál er at gera tunlarnar og vegagerðina, umframt at standa fyri rakstrinum og at skipa fyri aðrari vinnu, sum hevur samband við virksemið, eftir at tunlarnir eru lidnir. Frá 2014 til 2024 verða tilsamans 400 mió. kr. játtaðar á løgtingsins fíggjarlóg til tunlarnar, samstundis sum felagið hevur fingið heimild til at taka lán til verkætlanina.

Felagið fer fyrst undir Eysturoyartunnilin. Fyrireikingarnar í sambandi við Sandoyartunnilin halda fram, og tá ið borað er ígjøgnum í Eysturoyartunlinum, fer felagið at bora Sandoyartunnilin. Eftir tíðarætlanin verður í seinasta lagi farið undir at bora Sandoyartunnilin í 2018.

Endamálið við Eysturoyar- og Sandoyartunlunum er at økja um flytførið, bæði hjá vanliga føroyinginum, fyritøkum og almennu fyrisitingini. Tunlarnir fara at stytta dagligu farleiðina hjá fleiri túsund fólkum við útvið hálvum øðrum tíma og tunlarnir styrkja harvið bæði um privata haldføri, vinnuliga kappingarføri og landsbúskapin sum heild.

Helmingurin av føroyingum fara at búgva í einum øki, har koyritíðin ikki longur er nakað tú hugsar um, og tænastur verða møguligar, sum fólkagrundarlag ikki hevur verið fyri áður.

Afturgjaldingin av tunlunum verður við tunnilsavgjaldi. Royndir frá Vágatunlinum og Norðoyartunlinum vísa, at ferðslan í tunlunum er størri, enn upprunaliga væntað, og vaksandi talið av bilum tryggjar eina haldgóða fígging.

Við Vágatunlinum og Norðoyatunlinum og nú Eysturoyar- og Sandoyartunlunum verða eini 90 prosent av føroyingum knýttir saman í eitt veganet. Tað er eitt stórt framstig fyri føroyska samfelagið sum heild – vinnuliga, mentanarliga og ikki minst fólksliga.

 

Leinkjur:

Løgtingslóg nr. 30 frá 14. apríl 2014 (broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 6. mai 2016) >>