Sandoyartunnilin

Sandoyartunnilin knýtir Sandoynna at meginpartinum av føroyska vegakervinum.

Tunnilin verður 10,9 km langur. Lægsta punkt er 155 metrar undir havbotninum og eins og í Eysturoyartunlinum verður mesta hallið 5 prosent.

Sandoyartunnilin kemur upp í Traðardali millum Skopun og Sand, og streymoyarmegin kemur hann upp á Gomlurætt. Ferðingin millum Streymoynna og Sandoynna verður munandi stytt, men størsti fyrimunurin er, at fólk kunnu koma til og frá nær tað skal vera alt samdøgrið.

Jarðfrøðiligar undankanningar eru gjørdar og projekteringin byrjar á heysti 2016. Arbeiðið at gera Sandoyartunnilin verður bjóðað út samstundis sum arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin verður boðið út. Eftir tíðarætlanini byrjar arbeiðið at gera Sandoyartunnilin í seinasta lagi 2018.

 

Fakta
SANDOYARTUNNILIN
Arbeiðið byrjar: 2018
Byggitíð: 5 ár
Tunnilin liðugur: 2023
Breidd: 9,5 metrar
Longd á høvuðstunli: 10,9 kilometrar
Mett ferðsla pr. samdøgur: 310 bilar
Mesta hall: 5%
Lægsta punkt frá havbotni: - 155 metrar
Fígging: Tunnilsgjald