Eysturoyartunnilin

Eysturoyartunnilin knýtir Skálafjørðin og Havnina saman við einum undirsjóvartunli, ið tilsamans verður góðar 11 kilometrar langur.

Tunnilin fer at stytta farleiðina millum Tórshavn og Runavík/Strendur úr 55 kilometrum niður í 17 kilometrar. Koyritíðin, sum nú er 64 minuttir, verður stytt niður í 16 minuttir. Úr Tórshavn til Klaksvíkar verður koyritíðin stytt úr 68 minuttum niður í 36 minuttir.

Tunnilin fer at knýta báðar síðurnar á Skálafjørðinum saman við tveimum tunlum til eina rundkoyring undir havbotninum á miðjum fjørðinum. Frá høvuðsvegnum í Rókini í Saltnesi oman til rundkoyringina er tunnilin 2,2 kilometrar langur, og teinurin frá Sjógv á Strondum til rundkoyringina er 1,7 kilometrar. Høvuðstunnilin millum Tórshavn og rundkoyringina er 7,5 kilometrar og kemur upp á Hvítanesi. Til tess at økja um trygdina er mesta hallið í tunlinum 5 prosent og lægsta punkt er 187 metrar undir havbotninum.

Jarðfrøðiligar forkanningar eru gjørdar, seismikkur á Tangafirði er skotin og greinaður, kjarnuboringar eru gjørdar á Kalbaksnesi og bæði á Skálafjørðinum og á Hvítanesi verður vegarbeiðið fyrireikað. Síðani er vegarbeiðið til tunnilsmunnan gjørt klárt  og projekteringin annars liðug, eins og tunnilsarbeiðið boðið út. 

8. november 2016 var byggisáttmáli undirskrivaður við NCC og endaliga lánsavtalan í samband við bygging av bæði Eystur- og Sandoyartunlunum var undirskrivað beint fyri jól 2016, eins og øll formlig viðurskifti vóru uppá pláss. NCC hevur síðani gjørt nærri avtalur við ymiskar undirveitarar.

Fyrsta skotið var latið 21. februar 2017, tá Henrik Old, landstýrismaður í samferðslumálum fyri fyrstu ferð trýsti á knøttin, og setti sjálva boringina ígongd.

 

Fylg við gongdini at bora Eysturoyartunnilin

Nú ber til at fylgja við gongdini at bora og spreingja Eystuoyartunnilin. Síðani 21. februar eru uml. 154 metrar sprongdir á Strondum. Fyrsta skotið á Hvítanesi verður helst latið eftir páskir. Gongdin við arbeiðinum verður dagførd umleið eina ferð um vikuna.

 

 

 

Video av nýggja Eysturoyartunnlinum

 

 

Eysturoyartunnilin - Video 

 

Myndir 

EYSTUROYARTUNNILIN
Arbeiðið byrjar á heysti 2016
Byggitíð: 3-4 ár
Tunnilin liðugur: 2019-20
Longd á høvuðstunli: 11.240 metrar
Breidd: 10,5 metrar
Mesta hall: 5%
Lægra punkt: - 187 metrar
Fígging: Tunnilsgjald